Breddin: Ferðavinna og mismunur

Breddin: Ferðavinna og mismunur
Tvey evni vera á Breddanum í útvarpinum seinnapartin
Bredda-redaksjónin fyrireikar sendingina til seinnapartin
 
09.01.2020 - 13:09

Eitt av stóru málunum undir valstríðnum tykist nú at nærkast eini loysn.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, ið skal koma við uppskoti um, hvussu  ferðavinnan kann skipast.

Men í útvarpstíðindunum í gjár upplýsti hann, at einki lógaruppskot verður lagt fyri løgtingið fyrr enn á ólavsøku.

Tí verður uppskotið ikki viðgjørt og samtykt fyrr enn í heyst.

Sostatt fara ferðaskrivstovur, bøndur og onnur í ferðavinnuni gjøgnum eina vertíð aftrat, við ógreiðum viðurskiftum og ymiskum lokalum loysnum. 

Mismunur

Løgtingsins umboðsmaður hevur staðfest, at Tórshavnar kommuna ger mismun, tá grundstykki verða útlutað.

Kommunan hevur seinastu 15 árini noktað borgarum, ið eiga fastogn, at standa á bíðilista til kommunal grundstykki.

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at hetta er mismunur, og hevur heitt á kommuna um at broyta reglugerðina.

Annika Olsen, borgarstjóri, verður gestur í sendingini.

Breddin í dag eftir tíðindini klokkan 17.

 

 

A

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655