Hava fingið minni realløn enn onnur

Hava fingið minni realløn enn onnur
Við einari greining hjá danska tjóðbankanum sum keldu, sigur Starsvmannafelagið, at reallønin hjá limum felagsins er vaksin minni enn hjá øðrum
Starvsmannafelagið vil hava sama reallønarvøkstur sum onnur.
 
18.01.2020 - 12:46


Við einari greining hjá danska tjóðbankanum sum keldu, sigur Starsvmannafelagið, at reallønin hjá limum felagsins er vaksin minni enn hjá øðrum føroyingum.

Felagið vísir til eina greining hjá tjóðbankanum í november í fjør.

Í henni verður sagt, at reallønin í Føroyum er vaksin 20 prosent seinastu seks-sjey árini.

Tað eru 2,6 prosent um árið í miðal.

Bara tvey prosent

Men vøksturin hjá limunum í Starvamannafelagnum er bara tvey prosent.

Limirnir hava tí hesi árini fingið 4,5 prosent ov lítið í reallønarvøkstri.

Hesin munur skal burtur í nýggja sáttmálanum, sigur felagið.

Síðani í oktober í fjør hava Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum samráðst um nýggjan lønarsáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. oktober í fjør.

Nú miðskeiðis í januar er ikki komið á mál, og í gjár varð Semingsstovnurin boðsendur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342