Varðin Pelagic ger royndir við surimi

Varðin Pelagic ger royndir við surimi
Royndarframleiðslan av surimi eydnaðist væl, og virkið miðar eftir at fara undir vinnuliga framleiðslu seinast í hesum árinum.
 
25.01.2020 - 14:10

Varðin Pelagic fekk 1500 tons av svarkjafti sum royndarkvotu. Royndarkvotan skuldi brúkast til eina verkætlan, sum var í trimum pørtum.

Fyrsti partur snúði seg um at betra um góðskuna á svartkjatfinum umborð á skipunum.

Annar partur var at betra um flakaskeringina á virkinum, m.a. við at umbyggja flakamaskinurnar, so tær eru betur egnaðar at skera svartkjaft.

Flakamaskinurnar vórðu settar upp í desember mánað, og eru royndar.

Triði parturin av verkætlanini var ein royndarframleiðsla av surimi. At kanna góðskuna á suriminum - og at samskifta við keyparar sum eru á marknaðinum.

Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, sigur, at verkætlanin hevur gingið væl, men at verkætlanin ikki er endaliga liðug enn.

Hann vónar at vinnuliga virksemið við surimi, kann byrja seinast í árinum. Og hann væntar at tað fer at bera til.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Mikudag 25. februar
Morgunlestur mikudagur 25.februar 2026
204597
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693