26.000 krónur fyri at eiga í Føroyum

27.01.2020 - 17:15
InnlendisHeilsa
26.000 krónur fyri at eiga í Føroyum
26.000 krónur fer tað alíkavæl at kosta Niels Rødgaad og Rósu Heinesen, fyri at tey í oktober noyddust at eiga sonin Rana í Føroyum.
Mynd: Niels Rødgaard, facebook  

Landssjúrkahúsið hevur nú sent føroyska parinum, sum er búsitandi í Keypmannahavn, har hann er undir útbúgving, eina rokning upp á 26.000 krónur, fyri at tey áttu sonin Rana í Føroyum.

Tað var í oktober í fjør, at Niels Rødgaard og unnustan Rósa Heinesen, í skundi komu til Føroya, fyri at vera saman við mammu Niels, sum lá til tað síðsta við krabbameini. Hetta fall saman við, at Rósa skuldi eiga.

Landssjúrkahúsið boðaði tá frá, at tey fóru at fáa eina rokning upp á minst 26.000 krónur. Tá málið kom fram í Kringvarpi Føroya, fekk Landssjúkrahúsið boð frá landsstýrismanninu í heilsumálum um at viðgera málið av nýggjum. Men Landssjúrkahúsið er komið til somu niðurstøðu: At Niels og Rósa skulu gjalda fyri at Rósa átt í Føroyum, tí tað er Niels, og ikki Rósa, sum er í útbúgvingarørindum uttanlands.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur annars sent eitt uppskot til kunngerð til hoyringar sum ger, at pápar, sum eru uttanlands í lestrarørindum, eisini skulu sleppa undan at gjalda, tá konan ella unnustan eigur í Føroyum. Men kunngerðin er enn ikki lýst

Niels Rødgaard er skelkaður av avgerðini hjá Landssjúkrahúsinum.

---

Bakgrund: Søgan um serligu støðuna, sum Niels Rødgaard og Rósa Heinesen eru endað í, kom fyrstu ferð fram í Breddanum í útvarpinum hjá KVF. 
 

Hoyr alla søguna um, hví Niels og Rósa í skundi noyddust at koma til Føroya, júst sum Rósa var komin á soppin. 

Hoyr Bredda 15.10.2019 her: 

https://kvf.fo/breddin?sid=99910

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098