Bloomberg ætlar at selja fyritøkuna

Bloomberg ætlar at selja fyritøkuna
Michael Bloomberg, sum roynir at gerast demokratiskt forsetavalevni, ætlar at selja fyritøku sína, um hann verður forseti
 
19.02.2020 - 15:13

Ríkmaðurin, Michael Bloomberg, fer at selja kunningarfyritøkuna, Bloomberg, um hann verður valdur til forseta í USA. Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar.

Bloomberg, sum hevur verið borgarstjóri í New York, fer nú upp í kappingina um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, og hann ætlar at bjóða Donald Trump, forseta, av á valinum í november.

Hann stillaði ikki upp í Iowa og heldur ikki í New Hampshire, men hann hevur longu brúkt næstan 300 milliónir dollarar til lýsingar, og hann ætlar at brúka tilsamans 500 milliónir dollarar av egnum pengum fyri at vinna á Donald Trump.

Fleiri av hansara egnu eru í øðini, og eitt nú hevur Bernie Sanders sagt, at Bloomberg ætlar at keypa sær forsetaembætið.

Fyritøkan verd meira enn 400 mia. kr.

Michael Bloomberg stovnaði fíggjartænastuna, Bloomberg, í 1981, og hann hevur vunnið stórar upphæddir síðani. Fyritøkan verður mett at verða verd  407 milliardir kr. Sjálvur sigst hann eiga 55,5 milliardir dollarar.

Nú boðar so Michael Bloomberg frá, at hann ikki ætlar ikki bæði at vera forseti og samstundis vera eigari av Bloomberg fyritøkuni.

Meiningakanningar vísa, at Bloomberg liggur væl fyri at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, og at 19 prosent av fólkinum vilja hava hann sum forseta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262