Breddin: Heiðurslønir, landsroyndir og Arktis

Breddin: Heiðurslønir, landsroyndir og Arktis
Trý evni eru Breddanum í dag
Jenis av Rana, landsstýrismaður, ætlar at endurskoða heiðurslønirnar
 
26.02.2020 - 13:26

Landsstýrismaðurin í mentamálum ætlar at endurskoða allar heiðurslønir, sum mentamálaráðið letur.

Vit spyrja, hvat Jenis av Rana ætlar, og hví hann heldur, at tær skulu endurskoðast.

Landsroyndir

Danska stjórnin hevur tikið avgerð um at broyta landsroyndirnar í fólkaskúlanum. Skulu tær føroysku eisini broytast, ella rigga tær?

Vit viðgera spurningin við m.a. Jacob Eli Olsen, formann í Føroya Lærarafelag.

Arktis

Arktiski politikkurin í ríkisfelagsskapinum skal endurskoðast í næsta mánaði.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í grein í dag, at danski og føroyski politikkurin á økinum víkir frá hvørjum øðrum. Vit fáa løgmann í útvarpsstovuna.

Breddin í útvarpinum í dag kl. 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533