Heilsulógin verður dagførd

Heilsulógin verður dagførd
Ríkislógartilmæli er borið tinginum til framløgu
Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.02.2020 - 16:28

Eitt av uppskotunum, sum landsstýrið hevur borið løgtingið til framløgu, er at dagføra heilsulógina, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Heilsulógin er í stóran mun danskt málsøki, og lógin varð sett í gildi í Føroyum 1. januar í 2012. Talan er um: ”Lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet”, sum varð sett í gildi við kongligari fyriskipan.

Síðani lógin kom í gildi í Føroyum, hevur danska Fólkatingið samtykt 16 broytingarlógir. Tíðin er sostatt komin til at dagføra verandi lóg í Føroyum, soleiðis at føroyingar hava somu rættindi til endurgjald og at kæra viðgerðir í føroyska heilsuverkinum, sum danir hava í Danmark, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Ríkislógartilmæli

Eftir drúgt samskifti við danskar myndugleikar er nú klárt at leggja ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af love om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet” fyri Løgtingið.

Av broytingum nevnir Heulsumálaráið:

At um doyggja børn í sambandi við skaða, sum er fevndur av lógini, áðrenn tey eru fylt 18 ár ella eru deyðfødd eftir 22. viðgonguviku, hava foreldur rætt til endurgjald sum er 162.000 kr.

Endurgjald móttikið í góðari trúgv, kunn ikki krevjast aftur, um avgerðin í einum máli broytist í sambandi við kæruviðgerð.

Og heilsumyndugleikin fær álagt at fráboða Styrelsen for Patientsikkerhed, um myndugleikin í ein ávísan mun hevur verið endurgjaldsskyldugur eftir lógini, skrivar Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542