Enn ein føroyingur fingið coronavirus

bannari
Enn ein føroyingur fingið coronavirus
Ein persónur, sum hevur verið í Norðuritalia, hevur fingið staðfest coronavirus, upplýsa heilsumyndugleikarnir
Ein føroyingur aftrat hevur fingið staðfest coronavirusið, upplýsa heilsumyndugleikarnir í morgun
 
06.03.2020 - 09:33

Seint í gjárkvøldið kundu føroysku heildumyndugleikarnir staðfesta, at enn ein føroyingur hevur fingið COVID-19 smittuna – eisini rópt coronavirus.

 >> SÍ EISINI Smittaða kvinnan: Læknar hildu ongan vanda vera

Talan er um eitt fólk, sum hevur verið í Norðuritalia. Smittaða fólkið er í løtuni avbyrgt heima við hús, upplýsir Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í morgun.

Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørji fólk smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, hvørji onnur fólk skulu avbyrgjast.

Fyrsti tilburðurin staðfestur fyrradagin

Fyrsti corona-tilburðurin í Føroyum varð staðfestur mikudagin, tá ein maður, sum hevði verið í París á ráðstevnu, fekk staðfest coronavirusið.

Maðurin er nú í sóttarhaldi heima við hús, men áðrenn maðurin fekk staðfest coronavirus, hevur hann verið til arbeiðis, og børnini hava verið í barnagarði og skúla.

Í løtuni sita 15 aðrir føroyingar eisini avbyrgdir. Átta fólk eru á Hotel Vágum, og sjey onnur fólk eru í sóttarhaldi heima við hús, upplýstu heilsumyndugleikarnir í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462