Smittaða kvinnan: Læknar hildu ongan vanda vera

bannari
Smittaða kvinnan: Læknar hildu ongan vanda vera
Ikki fyrr enn kvinnan triðju ferð vendi sær til lækna, varð staðfest, at hon var smittað við koronuvirusi
Ein føroyingur aftrat er smittaður av COVID-19
 
06.03.2020 - 10:06

Nú er staðfest, at ein føroyingur aftrat er smittaður við koronuvirusinum. Talan er um eina kvinnu, sum hevur verið í Norðuritalia, og hon er í løtuni avbyrgd heima við hús.

Tá kvinnan var komin heimaftur mikudagin, vendi hon sær til kommunulæknan. Læknin svaraði, at hon skuldi bera seg at sum vanligt, hóast hon júst var komin úr Norðuritalia, har nógvir tilburðir av COVID-19 eru staðfestir seinastu tíðina.

 >> SÍ EISINI Enn ein føroyingur fingið coronavirus

Kvinnan góðtók ikki svarið, og ringdi síðani til Læknavaktina, men fekk sama svar haðani. Kvinnan sigur, at læknavaktin vildi ikki kanna hana, hóast hon kendi sjúka.

Kvinnan vildi framvegis ikki góðtaka svarið frá læknunum, og í gjár vendi hon sær fyri triðju ferð til kommunulækna. Tá varð hon kannað, og í gjárkvøldið varð staðfest, at hon er smittað við COVID-19.

Landslæknin er farin at kanna, hvønn smittaða kvinnan hevur havt samband við, og síðani verður støða tikin til, um fólk skulu avbyrgjast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602