Corona: Danskir myndugleikar herða tiltøkini

bannari
Corona: Danskir myndugleikar herða tiltøkini
Forsætisráðharrin sigur, at verri enn so øll taka smittuvandan í nóg stórum álvara
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi fyrrapartin
 
10.03.2020 - 11:29

Danir herða nú tiltøkini, í eini roynd at steðga corona-smittuni. Fyrrapartin var tíðindafundur á Christiansborg, har Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kunnaði um nýggju tiltøkini.

156 danir eru smittaðir av coronavirusinum, og 777 fólk eru avbyrgd. Sjey fólk eru løgd inn á sjúkrahús, varð upplýst á tíðindafundinum.

 >> SÍ EISINI BEINLEIÐIS KJATT: Spyr serfrøðingin um COVID-19

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, segði, at enn taka verri enn so øll smittuvandan í nóg stórum álvara. Næstu 14 dagarnar sleppa flogfør úr Norðuritalia, Iran, pørtum av Kina og Suðurkorea, ikki at seta seg í Danmark.

Myndugleikarnir mæla eisini til, at fólk ikki brúka almennu ferðsluna í tysingartíðini, t.e. tá mesta ferðslan plagar at vera. Á tíðindafundinum vísti Mette Frederiksen ikki aftur, at marknaliðini verða stongd. 

Sí allan tíðindafundin niðan fyri her

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028