– Ferðafólk mugu bíða eftir boðum

bannari
– Ferðafólk mugu bíða eftir boðum
Føroysku myndugleikarnir hava nú sett Danmark á reyðalista, og ferðafólk, sum eftir ætlan koma til Føroya í morgin, mugu bíða eftir boðum
Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways
 
12.03.2020 - 22:36

Løgmaður segði í Degi og Viku í kvøld, at føroysku myndugleikarnir hava sett Danmark á reyðalista. Samstundis segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, við Dag og Viku, at Atlantsflog framyvir ikki tekur ímóti ferðafólki úr reyðum økjum. 

Tað merkir allarhelst, at ferðafólk úr Danmark - sum nú er eitt reytt øki - sleppa ikki við Atlantsflog til Føroya frá í morgin at rokna.

Óvist, hvat tað merkir fyri tey ferðandi

Johanna á Bergi sigur í kvøld, at tey skulu á fund við fíggjarmálaráðharran í morgin fyrrapart, og tá verður støða tikin til, hvat skal henda við ferðafólkunum úr Danmark, sum hava pláss umborð á Atlantic Airways í morgin. 

 Vit vita ikki enn, hvat hetta merkir fyri okkara ferðandi, men tey mugu bara bíða eftir boðum, sigur Johanna á Bergi, sum kortini ger greitt, at føroyingar sleppa úr Føroyum kortini sum vant. 

Í morgin standa trý flogfør til at koma úr Danmark. Tað fyrsta lendir sum nú er beint eftir klokkan 12 í morgin. Eisini er eitt flogfar, sum kemur úr París í morgin og eitt úr Keflavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221