Óvist, hvussu verður við føroyaflúgvingini

bannari
Óvist, hvussu verður við føroyaflúgvingini
Enn er ikki greitt, hvussu verður við føroyaflúgvingini hjá SAS
 
15.03.2020 - 18:51

Skandinaviska flogfelagið, SAS, helt tíðindafund seinnapartin, men einki varð sagt um flúgvingina til og úr Føroyum á tíðindafundinum.

Tað hevur heldur ikki borið til at fáa fatur á kunningardeildini hjá skandinaviska flogfelagnum síðani tíðindafundurin endaði umleið klokkan 17.

Landsstýrið hevur samskift við SAS um føroyaflúgvingina. Tað kom fram á tíðindafundi, sum landsstýrið helt á nátturða í kvøld.

– Kemur tað har til, at landsstýrið heldur, at SAS skal steðga við at flúgva til Føroya, so eru føroysku myndugleikarnir sinnaðir at syrgja fyri, at til ber at steðga hesi flúgving, segði løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026