Sóttarhaldið ikki tikið í nóg stórum álvara

bannari
Sóttarhaldið ikki tikið í nóg stórum álvara
Heilsumyndugleikarnir rópa nú varskó, tí fólk taka ikki taka boðini frá myndugleikunum til sín
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2020 - 11:37

Tað er ein avbjóðing, at avbyrgja coronasmittuna í Føroyum, tí tað eru ikki øll, sum virða tað, at verða sett í sóttarhald, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Heilsumálaráðið skrivar soleiðis á heimasíðuni:

– Eg kann tíverri bara staðfesta í mínum arbeiði seinastu vikurnar, at tað eru fleiri, sum ikki fylgja teimum tilráðingum, ið hanga saman við at verða send í sóttarhald. Skulu vit avmarka coronasmittuna í Føroyum, er avgerandi, at fólk taka allar tilráðingar í størsta álvara.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, heitir staðiliga á øll um at fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum:

– Tað verða brúktir stórir stavir – bæði í Føroyum og kring allan heim um, at vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum og taka neyðug atlit. Tað er týdningarmikið, at vit øll gera okkara og standa saman, so at vit tryggja, at so fá sum gjørligt verða smittað, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040