Kunnu vera næstan 3.000 føroyingar uttanlands

Kunnu vera næstan 3.000 føroyingar uttanlands
Myndugleikarnir hava einki neyvt tal, men hava nú gjørt eina uppgerð yvir SIM-kort, sum verða brúkt uttanlands
Tað eru í løtuni 2-3.000 føroyingar staddir uttanlands, meta myndugleikarnir, sambært upplýsingum frá SIM-kortum í fartelefonum
 
16.03.2020 - 12:56

Enn er óvist, hvussu nógvir føroyingar eru úti í heimi í løtuni. Tað sigur Jenis av Rana, landstýrismaður í uttanríkismálum, við útvarpið.

Tað er onki fullfíggjað yvirlit yvir føroyingar, sum eru uttan fyri Føroyar og tí er ein uppgerð gjørd út frá føroyskum SIM-kortum úti í heimi.

 >> SÍ EISINI Flogferðslan munandi skerd

Út frá tí liggur talið helst ímillum 2.000 og 3.000 fólk, sigur Jenis av Rana, men leggur aftrat, at nakað av óvissu er tengt at hesari meting, tí fleiri simkort kunnu vera tengd at somu tólum og skipanum sum nýta SIM-kort.

Hetta skeiklar tískil myndina, og tí er talið ein meting. Í morgin steðgar Atlansflog við allari flúgving uttan til Keypmannahavnar.

Føroyingar hava tí møguleika at koma heim, ynskja teir tað, sigur landstýrismaðurin í uttanríkismálum, men hetta má vera um Keypmannahavn.

Støðan kann broytast skjótt

Jenis av Rana sigur tó eisini, at kenna fólk seg trygg, har tey eru, og heilsuverkini eru góð, kunnu tey eisini vera verandi. Støðan kann tó broytast skjótt.

Eitt nú fyri teir føroyingarnar, sum eru staddir á Gran Canaria. Spanska stjórnin kunngjørdi leygarkvøldið, at neyðstøða nú er galdandi í øllum Spania, og tí er mest sum útgonguforboð. Tó sleppa fólk at ferðast til flogvøllin, um tey skulu ferðast heim.

Jenis av Rana sigur, at allir føroyingar, sum eru staddir á Gran Canaria, hava fingið tilboð um at flúgva heim í morgin við síðsta túrinum, sum Atlantsflog ger til Gran Canaria, áðrenn flúgvingin steðgar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493