- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landslæknin: Einans 15 nýggir tilburðir
115 føroyingar hava nú fingið staðfest koronasmittuna, og tað merkir, at seinasta samdøgrið eru 23 nýggir tilburðir staðfestir, tí í gjáramorgunin vóru 92 smittað.
Men sambært Landslæknanum, Lars Fodgaard Møller, so eru tølini síðani í gjár rættaði til, soleiðis at tað í veruleikanum eru 15 nýggir tilburðir staðfestir síðani í gjár.
137 fólk vórðu kannað í gjár. Higartil eru 2077 føroyingar kannaðir fyri koronavirusið, og sambært altjóða tølum, so er tað nokk heimsmet, um tað verður mett út frá fólkatalinum.
Í gjár kom eisini fram, at 14 føroyingar eisini eru vorðnir frískir av koronavirusinum.
Yvir 600 fólk sita framvegis í sóttarhaldið kring landið, men eingin er innlagdur og eingin er deyður av koronasmittuni í Føroyum.
300.000 smittað
Koronatølini fyri allan heimin vísa nú, at yvir 300.000 fólk eru smittað við Covid-19. 13.000 eru deyðu av koronasmittuni. 92.000 fólk, ið hava verið sjúk, er nú vorðin frísk.
Í Danmark hava 1326 fólk fingið staðfest Covid-19, og 13 av teimum eru deyð av sjúkuni.
Í Grønlandi eru framvegis einans tveir tilburðir av koronavirusinum staðfestir, og tey smittaðu sita í sóttarhaldi heima við hús í Nuuk.
Tak niður
Sí eisini