Frítíð skal haldast fyri 1. mai

Frítíð skal haldast fyri 1. mai
Bara fólk, sum eru við í koronatílbúgvingini, kunnu fáa frítíðina flutta, hevur Lønardeildin boðað aðalráðunum frá
Lønardeildin hevur boðað aðalráðunum frá, at frítíðin skal haldast fyri 1. mai
 
30.03.2020 - 12:10

Fólk hjá tí almenna kunnu ikki flyta frítíðina, sum tey eiga í hesum frítíðarárinum, til næsta ár.

Hon skal haldast í ár, og tað er fyri 1.mai, tá frítíðarárið endar.

Bara fólk, sum eru við í koronatílbúgvingini, kunnu fáa frítíðina flutta, hevur Lønardeildin boðað aðalráðunum frá.

Onnur missa frítíðina, tey eiga eftir, verður hon ikki hildin fyri 1.mai. 

Og sætta frítíðarvikan, sum fólk síðani 2003 hava kunnað fingið útgoldna í staðin fyri at halda frí, verður bara goldin, um avtala um tað er gjørd fyri 2.mai í fjør. Tað hevur altíð verið meginreglan.

Men tey, sum eiga sættu vikuna eftir, kunnu halda hana fyri 1.mai.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155