Fyrsta lønarískoytið frá ALS útgoldið

bannari
Fyrsta lønarískoytið frá ALS útgoldið
Fyrstu fólkini, sum fáa lønarískoyti frá ALS, fingu pengar í gjár
 
01.04.2020 - 08:35

Fyrstu fólkini, sum fáa lønarískoyti frá ALS, fingu pengar í gjár. Pengarnir eru fyri tíðarskeiðið 12. til 22. mars.

Tey, sum ikki fingu í gjár, men fáa umsóknina staðfesta fyri middag í dag, fáa pengarnar í morgin.

Lønarískoytið fyri aðrar umsóknir fyri hetta tíðarskeiðið verður goldið út, so hvørt umsóknirnar eru avgreiddar, upplýsir ALS.

Næsta útgjaldið er fyri tíðarskeiðið frá 23. mars til 5. apríl. Tað verður goldið 7. apríl. Lønarískoytið verður goldið tvær ferðir um vikuna,  so hvørt, sum umsóknir verða skrásettar.

Í morgun eru 1.776 fólk í skipanini, 999 kvinnur og 777 menn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595