Skulu ikki í sóttarhald

03.04.2020 - 18:50
InnlendisSamfelag
Skulu ikki í sóttarhald
Teir norðmenn sum koma til landið at arbeiða 14. hvønn dag fara ikki í sóttarhald, sum onnur, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum.

Hóast tilmælini hjá myndugleikunum eru, at fólk, sum koma til Føroyar úr øðrum londum skulu vera í sóttarhaldi í tvær vikur er hetta ikki galdandi fyri teir norðmenn sum 14. hvønn dag koma til landið at arbeiða fyri NCC.

- Mannagongdir eru gjørdar, sum felagið hevur samskift við heilsumyndugleikarnar um, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlar.

Teitur Samuelsen segði annars tann 19. mars við útvarpið at ferðin fór at vera sett niður á tunnilsarbeiðinum, tí reglur fyri ferðing og sóttharhald forðaðu fyri at arbeiðið kundi fara fram sum vant.

Men tað er broytt nú - eini 30 norðmenn koma til landi 14. hvønn dag at arbeiða í Eysturoyar- og Sandoyartunlunum.

Landslæknin var ikki greiður yvir, at norðmenn koma til landið at arbeiða uppá tunlarnar, tá útvarpið kunnaði hann um tað í dag.

Hann sigur tó, at tað ikki er ólógligt, og at sóttarhald er eitt tilmæli, sum fyritøkurnar sjálvar avgera um tær fylgja ella ikki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138