Landslæknin er sjúkrameldaður

bannari
Landslæknin er sjúkrameldaður
Lars Fodgaard Møller, landslækni, er sjúkrameldaður, boðar Stýrið fyri Sjúklingatrygd frá
Lars Fodgaard Møller, landslækni, er sjúkrameldaður. Talan er ikki um COVID-19 sjúku.
 
06.04.2020 - 18:24

Landslæknin, Lars Fodgaard Møller, er sjúkrameldaður frá í dag av, men tað hevur onki við COVID-19 sjúkuna at gera. 

Tað boðar Stýrið frá Sjúklingatrygd frá. 

Í fráboðanini stendur, at Stýrið fyri Sjúklingatrygd framvegis fer at taka sær av virkseminum hjá landslæknanum í Føroyum, og harvið eisini týdningarmiklu uppgávunum, sum hava við COVID-19 farsóttina at gera.

Onki verður sagt um, hvussu longi Lars Fodgaard Møller, landslækni, er sjúkrameldaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341