Krevja varðhaldsfongsling longda

Krevja varðhaldsfongsling longda
Ákæruvaldið vil hava, at ein kvinna verður varðhaldsfongslað í fýra vikur afturat fyri kynsligan harðskap
 
07.04.2020 - 15:54

Rættarfundur verður fyrrapartin í morgin, har sum ákævuvaldið fer at krevja, at ein kvinna verður varðhaldsfongslað í fýra vikur afturat. Hon hevur verið í varðhaldinum í 11 dagar í morgin, - skuldsett fyri at hava viðvirkað til kynsligan harðskap móti dóttir síni.

Neyðugt er at hava rættarfund, tí verjin mótmælir, at varðhaldsfongslingin skal leingjast. Kanningararbeiðið í málinum um kynsligan yvirgang móti einari gentu er annars liðugt. 

41 ára gamli maðurin, sum er stjúkpápi hjá gentuni, varð latin leysur úr varðhaldium í gjár. Hann er skuldsettur fyri at hava samlegu við fólk undir 18 ár, sum er stjúkbarn hjá honum.

Ákæruvaldið: Kvinnan kann ikki vera leys

Maðurin er eisini skuldsetur eftir greinini í revsilógini, ið sigur, at tann, sum við at misnýta annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarn útvegar sær samlegu við viðkomandi, verður revsaður við fongsli í upp til fýra ár.

Maðurin er skuldsettur fyri samlegu og fyri aðra kynsliga samveru enn samlegu. Kvinnan, sum er mamma gentuna, er skuldsett fyri revsilógarbrot, sum kunnu geva seks ára fongsul ella meira.

Tí krevur ákæruvaldið, at varðhaldið heldur fram. Greinin í rættargangslógini um "retshåndhævelsen" verður brúkt. Brotsgerðirnar, sum kvinnan er skuldsett fyri, eru so grovar, at hon kann ikki vera leys, metir ákæruvaldið.

Hetta, sum á føroyskum eitur rættarverja, kann ikki brúkast móti manninum, tí hann kann fáa í mesta lagi fýra ára fongsul, ikki seks ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493