Amerikanarar stuðla føroyskari gransking

Amerikanarar stuðla føroyskari gransking
Ein granskingarmiðdepil í USA letur 4,5 milliónir, ið skal lýsa, hvussu immunverjan hjá nýføðingum í Føroyum virkar
Immunverjan hjá føroyskum børnum skal nú kannast, tá børnini eru tvær vikur gomul, tríggjar mánaðir og 12 mánaðir
 
08.04.2020 - 08:27

Amerikanarar stuðla gransking í Føroyum við nøkrum milliónum krónum. National Institute of Health í USA hevur latið Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu 4,5 milliónir krónur til gransking.

Granskingin skal lýsa, hvussu immunverjan hjá nýføddum børnum í Føroyum virkar. Danska Umhvørvisstýrið hevur eisini latið pengar, 1,8 milliónir krónur.

Granskingin varar fýra ár. Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu ger hana saman við Ljósmøðratænastuni og Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

Børn verða kannað, tá tey eru tvær vikur gomul, tríggjar mánaðir og 12 mánaðir. Tað tykist sum, at dálkandi evni, sum verða kallað fluorevni, ávirka immunverjuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815