- Tíðindi, mentan og ítróttur
1.535 fólk í USA deyð seinasta samdøgrið
1.535 fólk í USA deyð seinasta samdøgrið
582.000 tilburðir av COVID-19 eru staðfestir í USA, men talið kann vera nógv størri

Starvsfólk á einari uttandura COVID-19-kanningarmiðstøð á Sentara Princess Anne-sjúkrahúsinum í Virginia Beach
Mynd: AP
14.04.2020 - 08:46
1.535 fólk í USA eru deyð av koronavirusinum seinasta samdøgrið. Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni. Dagin fyri doyðu 1.469 fólk í USA.
Tilsamans eru 23.608 fólk deyð av virusinum í USA, og í løtuni eru næstan 582.000 tilburðir staðfestir í landinum. Roknað verður við, at nógv fleiri enn so eru smittað. Næstan 44.000 eru vorðin frísk aftur.
USA er tað landið í heiminum, har flest fólk eru deyð av koronasmittuni. Í Italia eru 20.465 fólk deyð, í Spania 17.756 og í Bretlandi 11.329. Tað vísa seinastu tølini frá John Hopkins-universitetinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























