Íslendingar skjóta heldur ikki hval í ár

Íslendingar skjóta heldur ikki hval í ár
Tað er torført at kappast við Japan um prís, og kravið um frástøðu ger, at tað hevði torført at skorið stórhvalin upp
Heldur ikki í ár fara íslendingar at skjóta hval
 
27.04.2020 - 10:07

Íslendska partafelagið Hvalur fer ikki at skjóta hval í summar, annað árið á rað. 

Nú japanski marknaðurin svíkur, og tað er trupult at sleppa av við tvøstið, hava íslendsku hvalabátarnir sagt frá sær rættin at skjóta hval eisini í ár.

Japanskir myndugleikar stuðla vørum frá japansku hvalaveiðifeløgunum, og tí er torført hjá Íslandi at kappast í Japan við prísirnar har.

Kristján Loftsson, stjóri í p/f Hvali, sigur við Morgunblaðið, at samanborið við Japan, 0eru strangari og dýrari krøv í Íslandi, tá tvøst verður kannað.

P/f Hvalur er einasta hvalaveiðifelag í Íslandi.

Korona

Koronufarsóttin og kravið um m.a. frástøðu gera eisini, at partafelagið heldur ikki hevði kunnað skorið stórhvalin upp.

Nú 2020 verður annað árið á rað, at eingin stórhvalaveiða verður, sigur Kristján Loftsson, at tey framvegis kanna nýggjar møguleikar at gera vørur úr stórhvalatvøsti. Tvøstið inniheldur nógv jarn, og er gott til fólk við blóðmangli, og tvøstið fitar heldur ikki, skrivar Morgunblaðið.

Spik og hvalabein kunnu eisini nýtast til at gera stívilsi til medisinsk endamál og í matvøruframleiðslu.

Loyvt er at skjóta 200 nebbafiskar og 200 sildrekar um árið.

Í 2018 vórðu 146 nebbafiskar og 6 sildrekar skotnir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302