Landsstýrið viðger kunngerðir um hjálparpakka 2

bannari
Landsstýrið viðger kunngerðir um hjálparpakka 2
Tað hevur drigið út at gera kunngerðirnar, tí løgtingið gjørdi fleiri broytingar í upprunaliga uppskotinum
Helgi Abrahamsen er landsstýrismaður í vinnumálum
 
28.04.2020 - 10:12

Landsstýrið fer á fundi seinnapartin at taka støðu til kunngerðirnar, sum skulu greina, hvussu fyritøkur kunnu fáa hjálp eftir hjálparpakka 2, sum løgtingið samtykti 6. apríl.

Tað hevur tikið rúma tíð at orða kunngerðirnar, tí løgtingið samtykti fleiri broytingar í upprunaliga uppskotinum.

Fyritøkur, sum eru hart sperdar av koronakreppuni, kunnu vænta sær fíggjarligan stuðul úr hjálparpakka 2. 

Fyritøkurnar kunnu fáa fíggjarligan stuðul til fastar útreiðslur. 

Í mesta lagi 80.000 kr. um mánaðin

Stuðulsskipanin fevnir um allar fyritøkur, sum hava mist í minsta lagi 40 prosent av sínum umsetningi.

Stuðul verður latin fyri skjalprógvaðar fastar útreiðslur sum húsaleigu, el, hita, fjarskifti, rentur, trygging o.l.

Útgjaldið fyri hvørja fyritøku er í mesta lagi 80.000 kr. um mánaðin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423