Umskipa fisk í Vestmanna

Umskipa fisk í Vestmanna
Hetta er ein roynd at vita, um tað ber til, og um kommunan vil hava hetta slagið av virksemi á havnarlagnum
Fiskur verður umskipaður í Vestmanna í hesum døgum
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
28.04.2020 - 10:51

Russiska skipið, Arctica, er komið á Vestmanna við fiski, sum skal umskipast umborð á farmaskipið Samskip Glacier.

Talan er um eina roynd við umskiping. 

Vestmanna bygdarráð hevur ikki samtykt at fara undir hetta virksemi. Men áðrenn støða verður tikin til virksemi av hesum slag, skal kannast, um tað yvirhøvur ber til, og um kommunan vil hava hetta slagið av virksemi á havnarlagnum.

Keiøkið, har skipini liggja, er avbyrgt, soleiðis at bara fólk við serligum loyvi sleppa umborð á skipini. Og manningin sleppur heldur ikki í land uttan heilt serligt loyvi, orsakað av støðuni við koronu. 

Arbeiðið at umskipa fiskin fer at taka einar fimm dagar, skrivar Vestmanna kommuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392