Náttarlívið vaknar spakuliga í høvuðsstaðnum

bannari
Náttarlívið vaknar spakuliga í høvuðsstaðnum
Trý dansi- og skeinkistøð í Havn høvdu opið til eftir midnátt, og nakað av fólki var í býnum, sigur løgreglan um eitt annars friðarligt leygarkvøld.
 
03.05.2020 - 09:53

Framvegis er friðarligt í náttarlívinum í Havn - men øll skeinkistøðini fylgja tó ikki tilmælunum frá løgmanni um at lata aftur klokkan 22.

Sambært vakthavandi á politistøðini høvdu trý skeinki- og dansistøð í høvuðsstaðnum opið, tá klokkan var farin av midnátt. Men klokkan eitt korter til tvey í nátt var alt stongt.

Nakað av fólki var í býnum, men tó ikki nær námind tað, sum var vanligt eitt leygarkvøld áðrenn korona.

Nýggjasta tilmælið frá myndugleikunum sigur, at matstovur, kafe'ir, dansi- og skeinkistøð kunnu hava opið undir skipaðum viðurskiftum. Men tilmælið sigur eisini, at hesi støð steingja klokkan 22.

Løgreglan hevur tó onga heimild at steingja støðini, um tey ikki halda tilmælini.

Frá mánadegnum 4. mai kunnu í mesta lagi 50 fólk savnast, tó við tveir metra frástøðu. Men eisini her er talan um eitt tilmæli, sum løgreglan ikki heimild at gera nakað við, verður tað brotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303