FM-kappróður verður á Norðoyastevnu

06.05.2020 - 10:44
Ítróttur›Kappróður
FM-kappróður verður á Norðoyastevnu
Róð verður kapp á Norðoyastevnu 6. juni. Tað avgjørdi Klaksvíkar Róðrarfelag á aðalfundi í gjár

FM-kappróður verður á Norðoyastevnu í juni.

Tað hevur Klaksvíkar Róðrarfelag gjørt av á aðalfundi í gjárkvøldi.

 - Vit duga ikki at síggja, at vit ganga ímóti tilmælunum við at hava róðurin akkurát, sum hann plaga at vera, sigur Magnus Norðberg, venjari og nevndarlimur í Klaksvíkar Róðrarfelagi.

Barnaróðurin verður 500 metrar, og vaksnamannaróðurin 1000. 

Kappróðurin verður uttan áskoðarar, ábit og heiðursmerkjahandan.

Feløgini standa við avgerðini

Fyri fjúrtan døgum síðani hittust róðrafeløgini og róðrarsambandið, og niðurstøðan var, at hvørt felag sær skuldi gera av, um og eftir hvørjum leisti kappróðurin skal avgreiðast.

 - Tað hevur verið ein byrða at skula avgera tað, sigur Magnus Norðberg.

 - Politiski myndugleikin sigur, at ítróttur skal verða, meðan heilsuráðgevingin sigur, at smittuvandin verður øktur, tá róð verður.

Magnus Norðberg harmast um, at felagið ikki hevur fingið nóg greiða vegleiðing um, hvussu róðurin skal skipast.

Leygardagin skulu feløgini á fund við róðrarsambandið, og tá verður meir at frætta um, hvussu kappróðrarárið fer at síggja út. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334