WHO: Latið ikki upp ov skjótt

bannari
WHO: Latið ikki upp ov skjótt
Heimsheilsustovnurin, WHO, ávarar nú londini í heiminum um ikki at lata samfelagið ov skjótt uppaftur í sambandi við koronasmittuna
Aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, ávarar nú um ikki at lata heimssamfelagið ov skjótt uppaftur
Mynd: AP (savnsmynd)  
 
07.05.2020 - 08:19

Londini eiga at vera sera varin, tí annars er vandi fyri, at smittan aftur fer at breiða seg skjótt, sigur aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Hann mælir til, at heimsins lond hava skipanir, sum kunnu finna smittukelduna, og reglur um sóttarhald. 3.755.341 fólk í øllum heiminum hava korona, og 1.027.321 fólk eru vorðin frísk aftur.

Sjúkan hevur kravt tilsamans 263.831 mannalív, vísa tøl frá John Hopkins universitetinum, sum skrásetir kornatilburðir.

USA er tað landið, har flestu smittutilburðirnir eru í øllum heiminum. Í Evropa eru flestu tilburðirnir í Spania, Fraklandi, Bretlandi og Italia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037