87 metrar boraðir í síðstu viku

87 metrar boraðir í síðstu viku
Nú eru 3.824 metrar boraðir í Sandoyartunlinum
Eftir ætlan verður koyrandi í Sandoyartunlinum í desember í 2023
 
11.05.2020 - 10:53

Í síðstu viku vórðu 87 metrar boraðir í Sandoyartunlinum, 50 metrar sandoyarmegin og 37 metrar streymoyarmegin.

Sostatt eru nú 3.824 metrar av teimum tilsamans 10.785 metrunum í tunlinum boraðir. Tað eru gott og væl 36 prosent av samlaðu longdini.

Kostnaðurin fyri Sandoyartunnilin er mettur til umleið 1,3 milliardir krónur, og tunnilin verður eftir ætlan liðugur í desember 2023.

Mett verður, at millum 300 og 400 bilar fara at koyra í Sandoyartunlinum um samdøgrið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793