Atlantsflog høggur bremsurnar í

bannari
Atlantsflog høggur bremsurnar í
Almenna flogfelagið fer at siga 90 fólk úr starvi, nú summarflúgvingin verður av ongum og tørvurin á starvsfólki tí verður munandi minni
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.
12.05.2020 - 19:31

30. mars vórðu 180 starvsfólk send í serskipanina hjá ALS. Nú eru 90 teirra uppsøgd, og uppsøgnirnar raka allar starvsbólkar í almenna flogfelagnum.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, staðfestir, at flúgvingin verður munandi skerd í rúma tíð frameftir, og tí gevur ikki meining at hava starvsfólkini verandi í serskipanini hjá ALS.

Áðrenn korona-kreppuna hevði Atlantsflog stórar ætlanir fyri framtíðina. Í summar skal felagið taka ímóti fjórða Airbus flogfarinum, sum er langtíðarleigað. Og harumframt hevur Atlantsflog keypt tvey spildurnýggj og framkomin Airbus A320 neo flogfør, sum vera latin felagnum í 2023 og 2024.

- Vit royna at halda fast í hesar framtíðarætlanir, sigur Jóhanna á Bergi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928