Brúk fyri 723 námsfrøðingum aftrat

Brúk fyri 723 námsfrøðingum aftrat
Í fjør vóru 37,8 prosent námsfrøðingar á dagstovnum, men lógarkravið er 66 prosent
Í fjør vóru 5.443 børn í dagstovnunum í Føroyum, 789 fleiri enn í 2014
 
15.05.2020 - 09:36

Skulu útbúnir námsfrøðingar vera í øllum størvum í dagstovnunum, er brúk fyri 723 námsfrøðingum afturat.

Men dagsstovnalógin sigur, at í minsta lagi tveir triðingar av starvsfólkunum eru námsfrøðingar. Og fyri at røkka tí kravinum, er brúk fyri 335 námsfrøðingum afturat.

Hesi tølini hevur Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum fingið úr Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, nú nevndin viðger uppskotið hjá Tjóðveldi um at útbúgva fleiri námsfrøðingar, við serkunnleika á dagstovnaøkinum og við serkunnleika í sernámsfrøði.

Fleiri eru hjálparfólk

Í 2019 vóru 37,8 prosent námsfrøðingar í dagstovnunum, lógarkravið er 66 prosent. Hini 62,2 prosentini vóru hjálparfólk. 1418 fólk arbeiddu við børnum í dagstovnunum í fjør.

Í fjør vóru 5.443 børn í dagstovnunum í Føroyum, 789 fleiri enn í 2014, - dagstovnar eru vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar.

Og námsfrøðingarnir eru vorðnir færri í prosentum. Teir vóru 45 prosent í 2014 og 37,8 prosent í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425