Tíggjundi hvør í fátækraváða

Tíggjundi hvør í fátækraváða
Fleiri kvinnur enn menn vóru í fátækraváða í 2018
Fátækraváðin í 2018 var 10,1 prosent, tann sami sum í 2016
Mynd: Hagstovan  
 
15.05.2020 - 10:33

Í 2018 var tíggjundi hvør føroyingur í fátækraváða.

Fátækraváðin tað árið var 10,1 prosent, tann sami sum í 2016, men 0,4 prosentstig minni enn í 2017.

Størsti fátækraváðin var í 2014, tá hann var 10,9 prosent, upplýsir Hagstovan.

Í fátækraváða eru tey, sum hava eina javnvirðisinntøku, sum er minni enn 60 prosent av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum. 

Minkaði í fjør

Javnvirðismiðinntøkan í 2018 var 246.000 kr. 60 prosent av tí eru góðar 147.000 kr.

Fleiri kvinnur enn menn vóru í fátækraváða í 2018, 11,4 prosent av kvinnunum og 8,8 prosent av monnunum.

Nógv tey flestu vóru 67 ár ella eldri.

Í 2018 høvdu 255 fólk í Føroyum eina tøka inntøku, sum var yvir eina millión krónur. Seks teirra høvdu fýra milliónir ella meira at brúka.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576