- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eik í Danmark: Hægstirættur dømir um ein mánað
Málið um Eik Bank Danmark, dótturfelagið hjá Eik Banka í Føroyum, hevur seinastu tvær vikurnar verið í Hægstarætti.
Seinasti rættarfundurin var týsdagin 19. mai, og nú verður bíðað eftir dómi.
Fíggjarligt støðufesti stevndi teimum seks oddamonnunum í Eik-leiðsluni eftir endurgjaldi.
Kravdu 250 mió. kr.
Upprunaliga kravið frá Fíggjarligum støðufesti var, at staturin skuldi fáa 250 milliónir krónur í endurgjaldi fyri tap, tí bankin sum heild varð rikin á skilaleysan hátt, og at leiðslan sjálv hevði ikki hildið sínar skyldur í seks stórum fíggingarmálum.
Endurgjaldið tódnaði tó niður í 28,6 milliónir krónur, tá Eystari landsrættur feldi dóm í oktober 2018, umframt at tveir av teimum stevndu vórðu fríkendir.
Eystari landsrættur tók ikki undir við kravinum um “generelt óforsvarlig viðurskifti”, og fríkendi leiðsluna fyri tað.
Landsrætturin fríkendi eisini nevndina í fimm av teimum seks kundaviðskiftunum, meðan nevnd og stjórn vórðu dømd at gjalda 28,6 mió. kr. í endurgjaldi.
Harumframt helt rætturin, at stjórnin kundi verið ábyrgdað fyri part av tí eina málinum, men at málið var fyrnað.
Í Hægstarætt
Teir fýra, sum vórðu dømdir í Eystari landsrætti, skutu dómin inn fyri Hægstarætt 7. november 2018, og teir kravdu frídøming.
Fíggjarligt støðufesti kærdi seinni eisini dómin til Hægstarætt við teimum seks Eikmonnunum - eisini teimum báðum, sum vórðu frídømdir í Eystara landsrætti. Sakarkravið er framvegis 250 mió. kr.
Málið hevur nú verið viðgjørt í Hægstarætti í tvær vikur, og dómur fellur í málinum um ein mánað, 22. juni kl.11, føroyska tíð.