Fýra ferðir Adrian í HB-stórsigri

Fýra ferðir Adrian í HB-stórsigri
Adrian Justinussen skeyt ikki minni enn fýra mál - harav trý beinleiðis fríspørk - í 5-0 stórsigri á AB
Adrian og HB hava vunnið tríggjar ferðir á rað
 
24.05.2020 - 17:15

Adrian Justinussen hevur heitasta skotfótin í førosykum fótbólti.

Framherjin varð stóra hetjan hjá HB, tá teir reyðu og svørtu vunnu stórsigur á AB og løgdu seg undir liðina á B36 í toppinum í Betrideildini.

Fyrst legði hann upp til mál hjá Øssuri Dalbúð, og síðani gjørdi hann ikki mætari enn at skjóta hattrikk við trimum beinleiðis frísparksmálum. 

Lítla løtu seinni, í 21. minutti, skjeyt hann sítt fjórða mál í dystinum og sítt sætta mál hetta kappingaárið. 5-0 til HB, sum eisini gjørdist úrslitið. 

Nú eru allir fimm dystirnir í triðja umfari spældir:

Víkingur-NSÍ, 1-0
Ari Olsen

Skála-B36, 6-2
0-1: Jan Hansen
1-1: Árni Frederiksberg
2-1: Michal Przybylski
3-1: Sebastian Pingel
4-1: Alex Mellemgaard
5-1: Meinhard Olsen
5-2: Niels Pauli Danielsen
6-2: Ragnar Samuelsen

ÍF-KÍ
0-1: Jóannes Bjartalíð
1-1: Uros Stojanov
2-1: Jákup B. Andreasen
3-1: Jóannes Bjartalíð
4-1: Páll Klettskarð

EB/Streymur-TB
1-0: Gutti Dahl-Olsen
2-0: Niklas Kruse

AB-HB 
0-1: Øssur Dalbúð
0-2: Adrian Justinussen
0-3: Adrian Justinussen
0-4: Adrian Justinussen
0-5: Adrian Justinussen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604