Myndir: Fimleikahøllin í Finsen verður til atelier

Myndir: Fimleikahøllin í Finsen verður til atelier
Meðan havnarborgarar spæla innandura niðriundir, sleppa myndlistarfólkini at arbeiða í klivum í ovaru fimleikahøllini í gamla Kommunuskúlanum í Havn
 
25.05.2020 - 10:01

"Á leikvøllum funnust í forðum.."

Tíðin, tá skúlabørnini marsjeraðu syngjandi í báðum fimleikahøllunum í Kommunuskúlanum í Havn, er farin.

Meðan nýtt lív er blást í gomlu skúlastovurnar, hava báðar fimleikahallirnar í Finsen ligið órøktar í fleiri ár.

Men í næsta mánað flyta myndlistafólkini inn í ovaru høllina, sum er sett í stand; men kortini varðveitt í uppruna sniði.

Hoyr samrøðu við Boga Andreasen, leiðara í Reinsarínum, sum fær ábyrgdina av fimleikahøllini, sum verður til atelier.

1373149

Gomlu kurvarnar til kurvabólt sleppa at vera hangandi. Eisini málaðu málini hava fingið frið.

 

Antin hevur onkur næmingar sparka óvanliga hart, ella hevur kommunan tikið eitt petti av vegginum fyri at kanna, um blámusoppur goymir seg aftanfyri.

 

Trappurnar ímillum báðar hallirnar fáa frið. Tær knirka øgiligt.

Klivar verða settir við hvør sítt vindeyga báðum megin við. Úsýnið er framúr.

Hetta tons-tunga vaskið sleppur at vera verandi. Fyrr varð tað nýtt til at vaska bóltar; nú skulu penslar vaskast.

Onkrastaðni er gólvið so illa farið, at tað má leggjast av nýggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203