Grønland ætlar at læna 2,5 mia. kr.

bannari
Grønland ætlar at læna 2,5 mia. kr.
Avleiðingarnar av koronu leggja eitt stórt trýst á búskapin.
Grønlendska landstingið fer væntandi at taka støðu til eitt uppskot um at læna 2,5 mia. kr.
Mynd: Sermitsiaq  
 
25.05.2020 - 11:04

Grønland er til reiðar at læna 2,5 milliardir krónur.

Avleiðingarnar av koronu leggja eitt stórt trýst á grønlenska búskapin. 

Grønlendska fiskivinnan er eisini undir stórum trýsti, tí fiskað verður ikki burðardygt.

Tað sigur danski miðilin, Altinget. 

Korona ger støðuna verri

Torben M. Andersen, sum er formaður í grønlendska búskaparráðnum, sigur við Altinget, at hetta er ein álvarslig støða. 

Og korona hevur gjørt støðuna verri. Grønlendski landskassin er ávirkaður av koronu, og fær minni inn í skatti og avgjøldum - samstundis sum fleiri útreiðslur hækka. Tað elvir til gjaldføristrupulleikar.

Grønlenska landsstýrið hevur kunngjørt, at tað er til reiðar at læna 2,5 milliardir krónur fyri at tryggja gjaldførið, verður tað neyðugt.

Grønlendska búskaparráðið kunnger nýggja frágreiðing um búskapin fyrst í juni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334