Undirtøka fyri at bøta umstøðurnar

05.06.2020 - 13:48
InnlendisSamfelag
Undirtøka fyri at bøta umstøðurnar
Løgtingið hevur einmælt samtykt, at umstøðurnar hjá fólkum, ið sita í Arrestini, skulu betrast

Tilboðini til tey, sum sita í Arrestini í Mjørkadali, eru ikki nóg góð, og fólk í Arrestini verða heldur ikki nóg væl loftað, tá tey koma út í samfelagið aftur.

Djóni Nolsøe Joensen, úr Javnaðarflokkinum, og Rósa Samuelsen, úr Sambandsflokkinum, ið eru vald av tinginum til at hava eftirlit við Arrestini, løgdu uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi.

Uppskotið varð einmælt samtykt í løgtinginum í gjár. Djóni Nolsøe Joensen, sigur, at ein stórur trupulleiki er, at tey, sum sita inni, ikki hava nakað skilagott at brúka tíðina til.

Umframt at skapa nýggj tilboð til tey, ið sita inni, vóna Djóni Nolsøe Joensen og Rósa Samuelsen eisini, at landsstýrið við einum samdum løgtingi í rygginum kann umrøða spurningin um at byggja eitt heilt nýtt fongsul í Føroyum við donsku myndugleikarnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863