- Eitt at gera, eg skal bara seta hann inn

07.06.2020 - 20:59
Ítróttur›Fótbóltur
- Eitt at gera, eg skal bara seta hann inn
Sigur Jonn Johannesen, sum í yvirtíðini syrgdi fyri, at NSÍ ikki tók KÍ á stigatalvuni

Vit høvdu uppiborið at fáa trý stig í dag, men eitt stig er nøktandi, tá man fær eitt reytt kort. 

Soleiðis sigur 19 ára gamli málskjútti, Jonn Johannesen, sum bleiv innskiftur, tá 18 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. 

 

Í yvirtíðini fekk hann eitt innlegg frá Jóannes Bjartalíð. Jonn Johannesen hoppar høgt, og tað gjørdi hann eisini tá høvdið skuldi setast á innleggið.  

 

NSÍ hevði farið undan KÍ á stigatalvuni, um Runavíkingar fingu fult við Djúpumýru. Men Jonn Johannesen hugsar ikki um hini liðini.

Vit hugsa fyrst og fremst um okkum sjálvar, men tað er gott, at NSÍ ikki fór undan, leggur málskjútti afturat. 

 

Hoyr samrøðuna við Jonn Johannesen omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961