Kommunufelagið: Jørgen misnýtir valdið

Kommunufelagið: Jørgen misnýtir valdið
Her er talan um valdsreingjan, og tað er eitt álvarsligt fyrisitingarligt brot, sigur felagið, sum mótmælir, at lønarsáttmálin ikki verður góðkendur
Eyðun Christiansen er stjóri í Kommunufelagnum
 
10.06.2020 - 15:58

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum misnýtir valdið og fremur valdsreingjan, ið er eitt álvarsligt fyrisitingarligt brot.

Tað eru boðini frá Eyðuni Christiansen og Kommunufelagnum í dag.

Í skrivi, sent miðlunum, sigur felagið, at kommunurnar mótmæla avgerðini hjá Fíggjarmálaráðnum um ikki at góðkenna sáttmálan, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið 2. juni.

Samstundis heita tey á landsstýrismannin um at endurskoða hesa avgerð beinanvegin.

Jørgen Niclasen hevur millum annað víst á, at hann, áðrenn skrivað varð undir sáttmálan, hevði heitt á partarnar um at vísa hógv. Men landsstýrismaðurin hevur ikki heimild at geva slík boð, vil Kommunufelagið vera við. 

Hetta - at misnýta tað valdið, sum lógin hevur givið tær til at fremja eitt heilt annað endamál enn tað, sum lógin er um, eitur á lógarmáli valdsreingjan, og er altíð eitt álvarsligt fyrisitingarligt brot, sigur Kommunufelagið í skrivi.

Samrøða verður við Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum, í útvarpstíðindunum klokkan 17.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483