Kanska størsta privata myndasavnið í Føroyum

12.06.2020 - 18:32
Lívsstílur
Kanska størsta privata myndasavnið í Føroyum
Ellen Dahl var virkin fotografur í Vági meginpartin av síðstu øld
Ellen Dahl
Mynd: Ellen Dahl  

Ellen Dahl var fotografur í Vági. Í 1924 fór hon 16 ára gomul niður til Danmarkar at útbúgva seg til fotograf hjá fotograf Kaiser í Køge. Ellen virkaði sum fotografur í Suðuroynni og øllum Føroyum annars frá umleið 1930 til 1990 - í samfull 60 ár. Eftir hana liggur eitt ótal av myndum. Rógvi Johansen, sum er ommusonur Ellen, tók fyri 25 árum síðani stig til at talgilda hetta  savn, sum telur einar 150.000 myndir, og nú er hann loksins komin á mál við hesum drúgva arbeiði. Rógvi er sjálvur fotografur og býr í Danmark. Hoyr prát við Rógva, har hann fortelur um myndasavnið og lívið hjá ommu síni. Niðanfyri síggjast nakrar av myndunum úr savninum hjá Ellen Dahl í Vági.

Ellen Dahl í myrkakamari hjá Fotograf Kaiser í Køge í 1924

Ellen Dahl á ellisárum

Sildaarbeiði á keiini í Vági

Portrettmynd av Johan Dahl og Andreas Djurhuus

Grind í Havn

Tunnusláttur í Garðatúninum í Vági

Ellen var við í Svenska Fotografernas Førbund

VB fótbóltur, menn

VB hondbóltur, kvinnur

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563