Neyðtøkutilbúgving í sjúkrahúsverkinum

Neyðtøkutilbúgving í sjúkrahúsverkinum
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu
Neyðtøkutilbúgvingin verður skipað í ár ella næsta ár
 
15.06.2020 - 10:17

Seinni í hesum árinum, ella fyrst í 2021, verður ein neyðtøkutilbúgving skipað í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í 2016 varð eitt tilmæli latið landsstýrinum um, hvussu ein neyðtøkutilbúgving kann gerast í Føroyum.

Tørvur á serlæknum

Men tað hevur ikki verið gjørligt at gera hana, tí trot hevur verið á serlæknum í kvinnusjúkum. Nú er fjórði serlæknin settur. 

Tí er grundarlag fyri at taka tilmælið frá 2016 fram aftur, endurskoða tað og møguliga gera tillagirnar.

Landsstýrismaðurin metir, at tað er møguligt at skipa eina neyðtøkutilbúgving í sjúkrahúsverkinum seinni í hesum árinum ella í fyrst í komandi ári.      
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585