Sleppa ikki at skjóta grágás

16.06.2020 - 14:16
InnlendisSamfelag
Sleppa ikki at skjóta grágás
Heimildin, sum Búnaðarstovan hevur havt at geva bóndum loyvi at skjóta grágás, er farin úr gildi.
Kunngerðin, sum heimilar at skjóta grágás, er farin úr gildi

Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, harmast um, at tað ikki longur er loyvt at skjóta grágás.

Heimildin at skjóta varð longd til 31. mai í ár, men nú er hon farin úr gildi, helst tí eingin hevur gáað um tað, sigur Sigert Patursson.

Hann sigur, at bøndur hava roynt annan hátt at halda grágásini burtur, men tað munar einki. Tað besta er at skjóta, sigur formaðurin í Bóndafelagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498