Betri vónir fyri 2020

bannari
Betri vónir fyri 2020
COVID-19 hevur ikki havt so ógvisligar avleiðingar fyri BankNordik sum væntað síðst í apríl
 
24.06.2020 - 12:12

BankNordik hevur nú eitt sindur betri vónir fyri 2020 enn fyri tveimum mánaðum síðani. 27. apríl væntaði bankin, at nettoúrslitið í ár verður 30 til 80 milliónir krónur.

Men nú metingin er endurskoðað, væntar bankin 50 til 90 milliónir í ársúrsliti, tí COVID-19 hevur ikki havt so ógvisligar avleiðingar sum væntað síðst í apríl.

Minni niðurskrivingar

Minni niðurskrivingar á útlánum og færri endurgjøld fyri ferðatryggingar umframt góða gongdin í grundrakstrinum gera, at útlitini hjá BankNordik eru batnað.

Harafturat hevur góða gongdin á fíggjarmarknaðunum seinastu tíðina havt góða ávirkan á avkastið av virðisbrævaognina hjá bankanum.

Áðrenn korunafarsóttin kom, væntaði BankNordik 100 til 150 milliónir krónur í vinningi í 2020.  Roknskapurin fyri annan ársfjórðing verður kunngjørdur 4. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666