Pólski forsetin fimm ár afturat

Pólski forsetin fimm ár afturat
Afturhaldssinnaði sitandi pólski forsetin, Andrzej Duda, hevur vunnið polska forsetavalið, sum varð hildið í gjár
Andrzej Duda í veitslulag í gjár, tá val var í Póllandi
Mynd: AP  
 
13.07.2020 - 09:21

Nú 99,97 av øllum atkvøðunum eru taldar, hevur formaðurin í valnevndini boðað frá, at Andrzej Duda hevur fingið 51,2 prosent av atkvøðunum og harvið hevur vunnið valið.

Harvið hevur hann tryggjað sær fimm ár afturat í embætinum. Tann meira frílynti Rafal Trzaskowski, sum er borgarstjóri í Varsjava, fekk 48,8 prosent av atkvøðunum.

Sera tætt millum valevnini

Ongantíð síðani kommunisman fall í 1989 hevur verið so tætt ímillum forsetavalevnini, og harvið hevur ongin vunnið við so teprum meiriluta sum Andrzej Duda.

Duda er 48 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og hevur verið forseti síðani 2015. Hann er fyrrverandi tingmaður í pólska tinginum og hevur verið limur í evropatinginum fyri konservativt-katólska stjórnarflokkin í Póllandi, Lóg og Rættvísi.

Andrzej Duda hevur gjørt vart við seg við at vera harðliga ímóti samkyndum og fyri at seta harðar reglur ímóti fosturtøku. Duda hevur tøtt sambond við katólsku kirkjuna.

Avbjóðarin fyri tættari sambandi við Evropa

Avbjóðarin, Rafal Trzaskowski, sum tapti valið, er somuleiðis 48 ára gamal. Hann er professari í stjórnmálafrøði og hevur verið borgarstjóri í pólska høvuðsstaðnum, Varsjava, síðani 2018.

Rafal Trzaskowski er eisini fyrrverandi ráðharri fyri talgilding og fyrisiting, hann hevur verið vara uttanríkisráðharri og verið limur í evropatinginum fyri konservativt-liberala andstøðuflokkin.

Trzaskowski hevur gjørt vart við seg sum forsprákari fyri rættindum hjá samkyndum og fyri tættari sambandi við restina av Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786