Álvarsliga átalu: Trý ár um at svara

Álvarsliga átalu: Trý ár um at svara
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Tórshavnar kommunu álvarsliga átalu fyri handfaringina av einum byggimáli
 
13.07.2020 - 16:43

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt klagu um vantandi svar og ónøktandi byggimálsviðgerð hjá Tórshavnar kommunu. 

Umboðsmaðurin heldur tað als ikki vera nøktandi, at Tórshavnar kommuna hvørki svaraði einari klagu um eitt byggimál ella áminningarskrivum um tað sama. 

Ikki fyrr enn klagarin boðaði Tórshavnar kommunu frá, at hann ætlaði at klaga til Løgtingsins umboðsmann fekk hann svar. Tá hevði klagarin bíðað eftir svari frá Tórshavnar kommunu í yvir trý ár.

Talan er um álvarslig mistøk

Umboðsmaðurin helt tað eisini vera sera átaluvert, at Tórshavnar kommuna sum eftirlitsmyndugleiki í kommunalum byggimálum, ikki fór undir veruliga viðgerð av klagumálinum fyrr enn yvir tvey ár aftaná ,at kommunan á fyrsta sinni hevði skoðað umrødda byggimál.  

– At Tórshavnar Kommuna ikki hevur eitt greitt boð um orsøkina til tess, kann vera tekin um, at kommunan ikki hevur nóg væl skipaða skráseting av innkomnum skjølum og teldupostum, skrivar Løgtingsins umboðsmaður í niðurstøðuni.

Av tí at talan er um álvarslig mistøk, kunnar Løgtingsins umboðsmaður eisini formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum um hetta málið, skrivar Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938