Felag viðgongur dálking á norðurpólsleiðini

Felag viðgongur dálking á norðurpólsleiðini
Meira enn 40 tons av brennievni eru seyrað út í umhvørvið ikki langt frá Norðuríshavinum
Í mai runnu 21.000 tons av dieselolju út í havið 100 kilometrar norðan fyri russiska býin Norilsk. Nú er olja aftur farin í havið
Mynd: Savnsmynd (Russian Emergencies Ministry)  
 
14.07.2020 - 07:48

Stórur oljuleki hevur verið í Norðurrusslandi, og meira enn 40 tons av brennievni eru seyrað út í viðkvæma umhvørvið ikki langt frá Norðuríshavinum

Felagið Nornickel, sum rekur námsvinnu í Russlandi, hevur átikið sær ábyrgdina av lekanum. Eisini í mai runnu 21.000 tons av dieselolju út í havið frá verksmiðjuni hjá Nornickel. Og nógv av oljuni endaði úti í Norðuríshavi.

Rørleiðingin stongd nú

Í juni tók felagið ábyrgdina av stóra útlátinum og starvsfólk, sum sótu við ábyrgdini fyri framleiðsluni, vórðu fyribils send til hús fyri týðilig brot á reglurnar hjá felagnum.

Seinasta útlátið var 100 kilometrar frá russiska býnum Norilsk, sum er norðan fyri fyri Pólkringin. Rørleiðingin, sum hol var komið á, er stongd, og arbeiðið at taka upp oljuna er byrjað, skrivar tíðindastovan, dpa. 

Nornickel sigur, at oljuútlátið ikki er vandamikið fyri fólk í økinum. Nornickel hevur áður viðgingið, at fleiri túsund litrar av eitraðum spillvatni eru runnir út í áir í økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563