Russiska løgreglan kannar Navalnyj

Russiska løgreglan kannar Navalnyj
Russiska løgreglan hevur í dag framt húsarannsókn móti skrivstovuni hjá andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj
 
17.07.2020 - 18:20

Ein sakførari, sum arbeiðir fyri anti-mutur-rørsluna FBK hjá Navalnyj, hevur almannakunngjørt sjónbandaupptøku av løgregluni, tá hon tók seg inn í skrivstovuhølini í Moskva.

Løgreglan hevur avhoyrt 44 ára gamla Navalnyj, og sambært Navalnyj, hevur hann fingið forðbð fyri at fara úr Moskva fyri at reka valstríð og skipa tiltøk undan landspartavalunum í september.

Hann er partur í rættarmáli, har hann er undir illgruna fyri at hava ærumeitt ein royndan hermann.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at russiska løgreglan ger húsarannsókn hjá Navalnyj, og heldur ikki fyrstu ferð, at andstøðuleiðarin er uppi í einum revsimáli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520