Trump vil hava forsetavalið útsett

Trump vil hava forsetavalið útsett
Forsetin stúrir fyri, at svik verður framt, tá valt verður við brævi
Donald Trump, forseti, heldur, at tað ber til at svika við brævatkvøðum, og hann vil hava forsetavalið í heyst útsett
 
30.07.2020 - 14:45

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í dag skrivað á sosialu miðlunum, at hann vil hava amerikanska forsetavalið í november útsett, tí leisturin við brævatkvøðum kann misnýtast og elva til svik og skeiv úrslit, sigur forsetin. 

Hann skýtur tí upp at útseta valið, til fólk aftur trygt kunnu atkvøða, sum hann málber seg. 

Fá prógv

Fá prógv eru fyri, at brævatkvøður elva til svik, men Donald Trump hevur í fleiri umførum sagt, at hesin hátturin at velja er ótryggur. Koronafarsóttin ger, at fleiri statir í USA vilja gera tað lættari hjá fólki at velja við brævi.

Á sosialu miðlunum skrivar forsetin, at hesin hátturin at greiða atkvøðu fer at gera valið í november til tað mest skeiva og svikaliga forsetavalið í amerikanskari søgu, og tað verður eyðmýkjandi fyri USA.  

Vilja bara hava brævatkvøðu

Fyrr í hesum mánaðinum boðaðu seks statir í USA frá, at teir vilja bara hava brævatkvøður til forsetavalið í november. Hesir statirnir fara at senda brævatvkøður til allar skrásettar veljarar, sum síðani senda atkvøðuna inn fyri valið.

Umleið helmingurin av statunum í USA fer at loyva brævatkvøðum, um fyrispurningar koma um tað frá veljarum.

Kunnu velja fleiri ferðir

BBC skrivar í dag, at tey, sum finnast at skipanini við brævatkvøðum, stúra fyri, at fólk kunnu velja meira enn einaferð, og forsetin hevur sagt, at vandi er fyri, at fleiri túsund fólk fara at sita kring USA og velja fleiri ferðir.

BBC skrivar, at gransking í hesum háttinum at velja, vísir kortini eingi prógv fyri, at tað ber til at svika við brævatkvøðu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985