Filip kann nú spæla fyri Føroyar

Filip kann nú spæla fyri Føroyar
- Tað er stórur fyrimunur at duga føroyskt, um tú sum útlendingur skal finna teg til rættis her, sigur Filip Jojic, sum nú kann spæla fyri Føroyar.
07.08.2020 - 20:20

Tá ið føroyska hondbóltslandsliðið í november fer at spæla undankappingardystir til EM-endaspælið í 2022, verður tað - helst - við einum nýggjum manni í hópinum.

Í 2011 flutti Filip Jojic úr Bosnia-Hersegovina til Føroya at spæla hondbólt. Her hevur hann búð síðan, og hann hevur í fleiri førum verið toppskjútti í bestu mansdeildini.

Fyri trimum vikum síðan fekk hann nøkur pappír í postkassan heima í Vestmanna: hann er nú eisini danskur ríkisborgari og kann umboða Føroyar á hondbóltslandsliðnum.

- Tað er ein stórur fyrimunur at duga føroyskt, um tú sum útlendingur skal finna teg til rættis í Føroyum, sigur 32 ára gamli Filip Jojic, ið hevur fingið sær trygdarskeið og á sumri í fjør tók prógv sum skipsatstøðingur á Sjónámi í Klaksvík.

Vit hittu Filip til eitt longri prát í Norðurlandahúsinum í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026