Smitta staðfest í hondbóltskapping

bannari
Smitta staðfest í hondbóltskapping
Viðkomandi hjálpti til við matinum undir kappingini
 
08.08.2020 - 11:47

Ein av teimum, sum hjálpti til í sambandi við stóru hondbóltskappingina Faroe Islands handball Cup í Vági í vikuni, var smittað við koronu.

Tað hevur høvuðsfyrireikarin, Bogi Mortensen, boðað feløgunum og foreldrum frá í gjár. 

Eini 400 børn og ung luttóku frá tann 4. og 5. august í stórari hondbóltskapping í Vági. 

Aftaná er vorðið greitt, at ein persónur, sum hevur hjálpt til við mati í sambandi við kappingina, er smittað við koronu. 

Fyrireikarnarnir av kappingini heita á fólk um at boða frá, um tey sjálvi hava fingið staðfest koronu aftaná kappingina.

Viðkomandi, sum varð staðfest smittað eftir kappingina, hevði verið í privatari veitslu í Havn áðrenn kappingina, har fleiri vóru smittaði og hevði tí lati seg kannað. 

Undir kappingini hevði viðkomandi arbeitt saman við fýra øðrum vaksnum - tey eru kannaði, men eingin av teimum hevur fingið staðfest smittuna, sigur Bogi Mortensen við útvarpið í morgun. 

Sambært kunningini til feløg og foreldur hava tey fimm vaksnu, sum hjálptu til, ikki verið í stórvegis sambandi við børnini og hava verið sera tilvitaði um reinføri.

Eftir ætlan skuldi kappingin eisini vera tann 14. og 15. august, men er hon nú avlýst.

Heilsumálaráðið minti í gjár fólk á týdningin av ikki at fara út fyrstu 14 dagarnar eftir at tey hava verið í samband við smittaðan persón hóast negativa roynd. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. mai
Morgunlestur leygardagur 24.mai 2025
192150
Fríggjadag 23. mai
Vikuskiftið 23 mei 2025
192308
Fríggjadag 23. mai
RagnarRokk: Mr.Lordi um Limited Deadition
192292
Fríggjadag 23. mai
Morgunlestur fríggjadagur 23.mai 2025
192149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266